Fyrireika seg til kríggj

Fyrireika seg til kríggj
Bráfeingisfundir eru millum heimsins leiðarar eftir, at Vladimir Putin hevur fingið unditøku frá russiska tinginum at nýta herðnamegi í Ukreina.
 
02.03.2014 - 16:19

Eitt nýtt kríggj kann vera ávegis í Evropa.

Túsundtals russiskir herðmenn eru á ukreinsku hálvoynni Krim, og russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur fingið undirtøku frá russiska tinginum at nýta herðnaðarmegi í økinum. 

"Tað, sum Russland ger í Ukreina, er brot á sáttmálan hjá ST. Tað hóttir friðin og trygdina í Evropa", sigur aðalskrivarin hjá herðnaðarfelagskapinum NATO, Anders Fogh Rasmussen.

Sendifólkini hjá londunum í Nato eru í dag innkallað í skundi til Brussel at umrøða, hvat skal gerast við russisku herðnaðardeildirnar á Krim. 

Ukreina bað í gjár NATO, ST og ES um hjálp, og er Ukreina við at fyrireika seg til kríggj.

"Russland hevur í veruleikanum boðað frá kríggi móti okkum", sigur ráðharraforsetin í Ukreina  Arsenij Jatsenjuk.

Fyrrverandi herðnaðarleiðarin hjá NATO í Evropa, James G. Stavridis, skrivar í blaðnum Foreign Policy, at hann metur, at Nato skal fyrreika seg uppá eina russiska innrás í øllum Ukreina. 

Trygdarráðið í ST hevði ein fund í gjár um støðuna, men endaði fundurin úrslitaleysur. Tað er kanska onki at vera bilsin um, tí Russland hevur vetrorætt í trygdarráðnum. 

Amerikanski forsetin Barack Obama tosaði við Vladimir Putin í hálvanannan tíma í telefon í nátt, men heldur ikki teir báðir funnu nakra loysn. 

Í morgin hittast teir 28 uttanríkisráðharrarnir í ES at tosa um støðuna. Danska blaðið Politiken skrivar, at fleiri lond vilja seta handilsbann í verk móti Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867