Egyptaland fingið nýggja stjórn

Egyptaland fingið nýggja stjórn
Egyptaland hevur fingið nýggja stjórn, eftir at stjórnin við Hazem el-Beblawi brádliga fór frá fyri viku síðani.
Nýggja stjórnin í Egyptalandi.
 
03.03.2014 - 10:38

Fyribils forsetin, Adly Mansour, valdi Ibrahim Mahlab sum nýggjan forsætisráðharra, og hesin hevur nú mannað nýggju stjórnina.

el-Sissi í stjórnini

Ibrahim Mahlab hevur valt at seta nakrar av ráðharrunum úr fyrru stjórnini í nýggju stjórnina. Teirra millum er herovastin og verjumálaráðharrin, Abdel Fattah el-Sissi. el-Sissi stillar upp til forsetavalið, og roknað verður við, at hann fer at vinna valið.

Eins og í undanfarnu stjórnini, røkir el-Sisi eisini embætið sum verjumálaráðharri í nýggju stjórnini.

Niðurberja yvirgangi

Nýggi forsætisráðharrin segði á einum tíðindafundi sunnudagin, at stjórnin av øllum alvi fer at berja niður yvirgangin í Egyptalandi. - Vit fara í hvønn krók í landinum, um neyðugt, sigur Ibraham Mahlab, forsætisráðharri. Nýggja stjórnin í Egyptalandi varð tikin í eið í gjár, sunnudagin.

Kelda: Voice of America

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809