Møgulig semja um makrelin

Møgulig semja um makrelin
Tað gongur framá við samráðingunum um makrelin, sum eru í Edinburg í Skotlandi, men enn er ikki komið á mál.
 
04.03.2014 - 20:40

Tað er líkt til, at ES, Noreg, Føroyar og Ísland eru sinnað, at halda á við samráðingunum til fríggjadagin, um tað verður neyðugt.

Samráðingarnar snúgva seg um býtið av makrelinum, hvussu nógv skal fiskast, og hvussu atgongdin verður til sjóøki hjá hvørjumøðrum at fiska makrelin.

Samráðingar eru eisini um fleiri onnur viðurskifti, tá talan er um fiskiskapin eftir makreli.

 

Vælmannað samráðingarnevnd

Tað eru rættiliga stórar samráðingarnevndir, sum eru í Edinburg. Tá øll samráðingarfólkini eru við, er talan um  eini 100 fólk. Men tá samráðingarleiðararnir tosa saman, hava teir bert tvey embætisfólk afturat sær.

Og so samráðast eisini tveir og tveir partar, fyri at loysa onkrar knútar.

Í gjár vardu samráðingarnar til langt út á kvøldið, og tað gera tær eisini í kvøld, frættist úr Edinburg.

 

Norðmenn í øðini

Norska blaðið Fiskaren skrivar, at norska samráðingarnevndin er í øðini, eftir at tað undir samráðingunum er komið fram, at ES skal hava helvtina av grønlendsku makrelkvotuni.

Grønland hevur ásett sær 100 túsund tons av makreli í ár, og sambært eini avtalu ímillum Grønland og ES, skal ES hava helvtina av tí kvotuni, tað eru 50 túsund tons.

Tað eru norðmenn í øðini um, skrivar Fiskaren.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867