Búfólkini á Boðanesheiminum sleppa at roykja inni

Búfólkini á Boðanesheiminum sleppa at roykja inni
Tórshavnar kommuna skal brúka 100.000 kr., so búfólkini á Boðanesheiminum sleppa at roykja undir taki.
 
05.03.2014 - 10:52

Á Boðanesheiminum er trupulleikin tann, at búfólk sleppa ikki at roykja undir taki uttan so, at tað er í egnum rúmi. 

Men tað ber illa til, tí starvsfólkini hava rætt til at arbeiða í roykfríum umhvørvi. 

Harumframt hevur royking í búrúminum avleiðingar fyri inniluftina, trivnaðin hjá búfólkunum og arbeiðsgongdirnar.

Tí samtykti býráðið í gjárkvøldið at játta 100.000 kr., so tey, sum búgva á Boðanesheiminum, sleppa at roykja innandura uttan at órógva onnur.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161