- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkapensjónistar fáa ikki fleiri pengar

Samgongan feldi í gjár uppskotið hjá stóru andstøðuflokkunum um at geva teimum, sum bara hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, nakrar krónur afturat um mánaðin.
4.500 fólkapensjónistar fáa tí ikki fleiri pengar nú í februar.
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ætlaðu, at giftir fólkapensjónistar skuldu fáa 250 kr. og stakir 350 kr. meira um mánaðin frá februar í ár at rokna.
Uppskotið hevði kostað landskassanum 17-18 mió. kr. um árið.
Samgongan vil geva landsstýrinum frið at áseta fátækramarkið fyrst, áðrenn nakað verður gjørt við fólkapensjónina.
Eyðgunn Samuelsen í Javnaðarflokkinum vildi hava uppskotið aftur í Trivnaðarnevndina, men eisini tað feldi samgongan.


























