- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar vænta sær meira av framtíðini

Vísitalið fyri føroysk húsarhald er vaksið úr trimum upp í níggju. Húsarhaldini, sum eru spurd, svara nakað tað sama sum í fjør summar. Metingarnar um búskapin og arbeiðsloysið næstu 12 mánaðirnar eru jaligari enn tær vóru.
Flestu húsarhaldini svara, at tey vænta mest sum óbroytta fíggjarstøðu næsta árið, og at tey framvegis spara nakað upp. Men samanumtikið er konjunkturvísitalið lækkað úr 32 niður í 23 síðani í fjør summar.
Vísitølini fyri tilfeingisvinnuna og ídnaðin, handilsvinnuna og tænastuvinnuna eru nakað lækkað. Men byggivinnan hevur framgongd, vísitalið er hækkað úr 32 upp í 47. Byggivinnan væntar at fáa brúk fyri meira arbeiðsmegi. Trot á fólki avmarkar í løtuni byggivinnuna.
Kanningin varð gjørd í januar.
Sí frágreiðingina her: Konjunkturkanningin


























