- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umboðsráðið: Valluttøkan var methøg

Áhugin fyri at velja í umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna var nógv størri hesa ferð enn seinast.
Ella valdu bara nógv fleiri nú, tí tað er vorðið lættari at velja. Til hetta valið fingu allir tryggingartakarar atkvøðuseðil við postinum. Fyrr skuldu tey, sum ætlaðu sær at velja, biðja um atkvøðuseðil.
35,2 prosent valdu hesaferð. Meira enn dupult so nógv atkvøddu í ár enn í 2012.
35 fólk stillaðu upp, 17 blivu vald. Seks eru nývald, 11 eru afturvald. Tey 17 eru vald fyri fýra ár.
Nógv flestar atkvøður fekk Ingeborg Godtfred. Hon fekk 940 atkvøður. Ingeborg Godtfred hevur longu verið trý valskeið í umboðsráðnum. Hon er eisini í nevndini hjá TF Holding.
Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur umvegis TF Holding Tryggingarfelagið Føroyar, Eik og Betri pensjón.
Umboðsráðið er ovasti myndugleiki í TF Holding samtakinum. Umboðsráðið er harafturat aðalfundurin hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Umboðsráðið hevur ábyrgdina av nøkrum milliardum.
Eginpeningurin hjá TF Holding samtakinum er hálv triðja milliard og ognin er níggju milliardir krónur.


























