- Tíðindi, mentan og ítróttur
97 ára gamal nazi-brotsmaður funnin í Ungarn

Sambært Simon Wiesenthal-stovninum í Jerusalem var 97 ára
gamli Ladislaus Csizik-Csatary løgregluovasti í Kosice í Slovakia, sum tá var
undir ungarnskum ræði.

Sambært stovninum var hann ein av høvuðsmonnunum, tá 15.700
jødar vórðu fluttir til Ausxhwitz. Bert 400 komu týningarleguna á lívi. Hetta
hevur gjørt Ladislaus Csizik-Csatary til ein av tíðarinnar mest eftirlýstu krígsbrotsmonnum.

Tað var The Sun, sum í vikuskiftinum avdúkaði, at eftirlýsti krígsbrotsmaðurin
heldur til í Ungarn.

Flýddi til Kekkia og
Kanada

Sambært Wiesental-stovninum flýddi krígsbrotsmaðurin til Kekka
(tað var beint eftir 2. heimsbardaga). Meðan hann var í Kekkia, varð hann
dømdir til deyða ?in absentia?.

Seinni flýddi hann til Kanada. Men har varð hann funnin, og áðrenn
rættarmálið móti honum byrjaði í 1995, flýddi hann til Ungarn.

Ákæruvaldið í Ungarn váttar, at kanningar eru settar í verk um lívið
hjá Ladislaus Csizik-Csatary.