Kári er nú professari í løgfrøði

Kári er nú professari í løgfrøði
Kári á Rógvi, ph.d. og undirvísingarleiðari í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, er tilnevndur professari í løgfrøði.
 
07.03.2014 - 11:57

Ein nevnd, mannað við professarum í løgfrøði á universitetum í grannalondunum, hava mett um avrik og førleikarnar hjá Kára, og útfrá tilfarinum, hava tey mett Kára skikkaðan til professaraheitið.

Tilfarið, sum metingarnevndin fekk at arbeiða við, vóru vísindaligar greinir, bøkur og tilfar um ta undirvísing, Kári hevur havt, umframt yvirlit yvir vísindaligu greinir hansara.

Kári á Rógvi starvast í dag sum lektari á Fróðskaparsetrinum.

Á setursdegnum, týsdagin 20. mai, fer Kári at halda professarasetanarfyrilestur.

Kelda: Setur.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867