CIP hevur fingið milliónina

CIP hevur fingið milliónina
Copenhagen Infrastructure Partners hevur fingið milliónina, sum landið skuldi lata í endurgjaldi, tí felagið ikki slapp at gera Eysturoyartunnilin.
 
12.03.2014 - 11:15

Pengarnir eru tiknir av kontuni nýggir landsvegir. Teir eru bókaðir í roknskapinum fyri 2013, og tað sæst á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, segði við Útvarpið fyri einari viku síðani, at hann hevði fingið at vita frá løgfrøðingum, at hann hevði bæði skyldu og heimild til at flyta milliónina, sum CIP skal hava, tí CIP ikki fekk sáttmálan við Innlendismálaráðið um Eysturoyartunnilin.

 

Milliónin er flutt á konto hjá P/F Eysturoyartunlinum

12. januar sendi Runi Bro Róin frá CIP ein teldupost til aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum, har hann bað um, at milliónin varð flutt á kontu hjá P/F Eysturoyartunlinum, sum CIP og Lív eiga. 

P/f Eysturoyartunnilin fekk einkarrættin í sáttmálanum um Eysturoyartunnilin, sum tó ongantíð varð undirskrivaður.   

Ein heilt annar spurningur er, um Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, yvirhøvur hevði loyvi til at gera avtaluna um CIP milliónina. 

Hendan spurningin skal kanningarstjórin, Hans Gammeltoft Hansen, svara.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867