- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættindi hjá samkyndum á breddan í DR

Danmarks Radio hevur seinastu dagarnar havt fleiri greinar og innsløg um rættindini hjá samkyndum í Føroyum. DR varpar serliga ljós á rættindini hjá samkyndum at giftast.
Bjørt Samuelsen, Poul Michelsen og Rigmor Dam løgdu í november 2011 uppskot fram um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu giftast borgarliga.
Ætlanin hjá Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam er ikki at nerta føroysku fólkakirkjuna, ið verður undantikin, um uppskotið verður samtykt.
Uppskotið til aðru viðgerð í morgin
Uppskotið um at dagføra hjúnabandslógina fer til aðru viðgerð í Løgtinginum í morgin - hósdagin, 13. mars 2014.
Hjúnabandslógin í Danmark
Í Danmark hava samkynd kunnað skrásett seg við serlógini um skrásett parlag. Men 15. juni 2012 var lógin avtikin, samstundis sum hjúnarbandslógin galdandi fyri Danmark var broytt, so samkynd í Danmark nú kunnu gifta seg á sama hátt og við somu rættindum sum øll onnur.
Les og lurta
Lurta eftir sendingini á DR.dk "Når tågen letter" um núverandi støðuna hjá føroyskum samkyndum, og um dagføringina av hjúnabandslógini.
Les greinina á DR.dk "Ólavur flytter ikke hjem, før han har ret til at blive viet i kirke"
Les greinina á DR.dk "Færøerne klar til homovielse - og så ikke alligevel"
KELDA: dr.dk


























