Posta hevði avlop í 2013

Posta hevði avlop í 2013
Í 2012 hevði Posta 2,6 milliónir í halli, men í 2013 var avlopið 3,4 milliónir
 
13.03.2014 - 10:00

P/f Posta hevði avlop í fjør. Avlopið var 3,4 mió. kr. eftir skatt. Í 2012 hevði Posta 2,6 milliónir í halli.

Størri søla, størri rakstraravlop, dagføringar og nútímansgerð gera, at Posta hevði avlop, sigur Posta í tíðindaskrivi. Leiðslan í Posta væntar eisini avlop í ár.

Posta seldi fyri 91 milliónir í fjør, sum eru tvær milliónir meira enn í 2012. Tað er fyrstu ferð í søgu partafelagsins, at vøkstur er í søluni. 

Posthúsið í Klaksvík varð selt, og tann sølan gav hálva aðru millión í vinningi.

Posthúsini í Runavík og á Tvøroyri eru til sølu og grundstykki, sum Posta eigur við Gøtugjógv og á Óðinshædd í Havn, eru eisini til sølu. 

Uppsagnarlønir kostaðu Posta hálva aðru millión krónur í fjør. 

Í Posta vóru 124 ársverk í fjør, 18 færri enn í 2012. 

Uttan at nevna, hvussu tað skal gerast, og uttan at brúka orðið uppsagnir, sigur leiðslan í ársfrágreiðing sínari, at felagið skal framhaldandi økja lønareffektivitetin. 

Tøki peningurin hjá Posta var knappliga 12 milliónir við árslok, dupult so nógv sum árið fyri.

Sambært ársfrágreiðingini hjá Posta hevði felagið Mínboks hálva millión í halli í fjør. Parturin hjá Posta av tí hallinum er 200.000 kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867