Nær eru vit fátøk í Føroyum?

Nær eru vit fátøk í Føroyum?
Tann spurningin fært tú svar uppá fríggjadagin, tá Almannamálaráðið leggur fram álit um fátækramark
Er fátækramarkið bert ein spurningur um tøkan pening?
 
13.03.2014 - 12:01

Álitið um fátækramark verður handað landsstýriskvinnuni í Almannamálum fríggjadagin.
Ein arbeiðsbólkur hevur í yvir eitt ár arbeitt við at skriva álitið, men arbeiðið hevur verið rúgvusmikið og trupult, og tí hevur tað tikið so langa tíð at gera. 
Nevndin skuldi koma við sínum tilmæli 1. apríl í fjør, men tá var hon als ikki liðug at kanna øll viðurskifti, sum skulu kannast, fyri at kunna áseta eitt fástækramark.

Nógvir spurningar
Heri Petersen, skrivari í arbeiðsbólkinum, segði við útvarpið í januar, at nógv kjak hevur verið í arbeiðsbólkinum, tí mong og ymisk sjónarmið eru um, hvat eitt slíkt mark skal grundast á. 
Skal fátækramarkið byggja á, hvat eitt húski í minsta lagi skal hava fyri at klára seg, ella skal tað byggja á, hvat skal til fyri at liva eitt rímiligt og virðiligt lív, og skulu børnini hava rætt til telduspøl, og húski rætt til uttanlandsferðir og so framvegis.

Eisini er stórur munur á fíggjarliga grundvøllinum millum fólk í Havn og á bygd.

Fátækramarkið í Danmark
Í Danmark er ásett, at fólk eru fátæk, tá tey í trý ár á rað hava livað fyri minni enn 103.000 krónur um árið eftir skatt. Hetta er also tað danska fátækramark.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867