- Tíðindi, mentan og ítróttur
Húsarannsókn í Vinnuframagrunninum

Húsarannsóknin fyrr í vikuni er sum skilst ein liður í málinum um, at árligu stuðulsjáttan hjá grunninum íkki var rætt umsitin í tíðarskeiðnum 2004 til 2009.
Regin Dalsgaard nevndarformaður í Vinnuframagrunninum váttar, at húsarannsóknin er farin fram. Hann er eisini avhoyrdur í hesum sambandi.
Bakmanspolitið hevði heimild til at taka øll skjøl hjá Vinnuframagrunninum fyri tíðarskeiðið 2004 til 2009.
Fyrrverandi nevndarlimur í grunninum eitt stutt skifti í 2009, Suni á Dalbø meldaði í fjør Kaj Leo Holm Johannesen og Johan Dahl fyri, sambært honum, at vita at alt ikki var farið rætt fram í Vinnuframagrunninum, men einki at gera.
Húsarannsóknin fyrr í vikuni er sum skilst ein liður í hesum. Men ógreitt er enn, um tað er løgmaður og landsstýrismaðurin við vinnumálum, sum eru undir illgruna ella um tað er fyrrverandi stjórin og nevnd í grunninum.
Suni á Dalbø er eisini avhoyrdur av bakmanspolitinum í hesum sambandi. Tað er ikki eydnast okkum enn at fáa váttað, um onnur fólk við tilknýti til grunnin, eru avhoyrd í hesum sambandi.
Nevndin í Vinnuframagrunninum var skift út í 2009, og stutt eftir var fráfaringaravtala gjørd við táverandi stjóran í grunninum, Ólavur Arge.
Hetta var gjørt í sambandi við at tað kom fram, at ein partur av árligu stuðulsjáttanini hjá grunninum fór til fyritøkur, har somu persónar gingu aftur.


























