Læna 31 mió. kr. at umvæla ellisheimið

Læna 31 mió. kr. at umvæla ellisheimið
Landskassin setur sum treyt fyri láninum, at kommunurnar í Vágum yvirtaka ellis- og røktarheimið í Miðvági
 
16.03.2014 - 16:17

Fíggjarnevndin skal viðgera uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at játta kommununum í Vágum 31,5 milliónir krónur í láni at umvæla ellis- og røktarheimið á Sýnini í Miðvági.

Treytin fyri lánið er m.a., at sjálvsognarstovnurin fyri heimið verður tikin av, og at kommunurnar yvirtaka ognina. Sambært uppskotinum verða sjey milliónir goldnar í ár, 12 milliónir næsta ár, og seinasti parturin av láninum verður goldin í 2016. 

Í ringum standi

Ellis- og røktarheimið í Miðvági er í ringum standi, og átrokandi umvælingar eru gjørdar. Ein  støðulýsing frá 2012 vísir, at neyðugt er við umvælingum og dagføringum fyri 31 milliónir kr. Lánsupphæddin verður helvt um helvt studningslán og rentufrítt lán. Studningslánið er bæði rentu- og avdráttarfrítt, og skal bert gjaldast aftur, um ognin verður seld ella brúkt til annað enn ellis-og røktarheim. Men rentufríi parturin av láninum skal gjaldast aftur eftir 13 árum. 

Ognarviðurskiftini og lánini verða býtt millum kommunurnar í Vágum eftir lutfallinum í fólkatalinum nýggjársaftan í 2013. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166