- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri umsóknir um uppihaldsloyvi

Í fjør komu 433 umsóknir frá útlendingum um loyvi til at vera í Føroyum. Hetta eru 23 prosent færri enn í 2010, tá umsóknirnar vóru 562.

Talið er minkað seinastu árini. Í 2007 vóru 631 umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tølini eru millum nógv onnur hagtøl í ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum um Føroyar í 2011. Bókin kom út í gjár.

Sambært upplýsingum frá fútanum um virksemið hjá politinum vóru 17 brot framd á útlendingalógina í fjør, nógv færri enn í 2010 og 2009, tá brotini vóru ávikavist 48 og 41.