Venjingarmiðstøð skal gera greiðari avtalur

Venjingarmiðstøð skal gera greiðari avtalur
Brúkaraumboðið hevur viðgjørt mál um avtalutreytir, tá venjing verður keypt í Vælveru Fitness.
Brúkaraumboðið hevur heitt á Vælveru Fitnes at gera greiðari avtalur við brúkararnar. (Myndin er tilvilldarliga vald)
 
18.03.2014 - 11:21

Brúkaraumboðið boðar í tíðindaskrivi frá, at tað hevur heitt á venjingarmiðstøðina, Vælveru Fitness, at gera greiðari avtalur við viðskiftafólkini. Ítøkiliga málið snýr seg um eina kæru frá brúkara, sum hevði keypt sær venjing í ein mánað.

"Keypið varð framt inni í venjingarstøðini og ikki umvegis heimasíðuna. Goldið varð kontant. Seinni fekk kærarin krav fyri fleiri mánaðir. Orsøkin til hetta var, at haldið ikki var uppsagt og tí helt fram. Brúkarin var tó ikki greiður yvir, at talan var um eitt hald og gjørdist tí bilsin av kravinum," sigur Brúkaraumboðið.

Ógreitt

Í kanningunum hjá Brúkaraumboðnum kom fram, at avtalan millum kærara og venjingarmiðstøðina var ógreið. 

"Brúkaraumboðið metti ikki, at tað gekk greitt  fram av avtaluni millum kærara og venjingarmiðstøðina, at kærari hevði teknað eitt hald, ið helt á fram, til hetta varð uppsagt. Hetta gav høvi til, at tað verður gjørt greiðari fyri brúkaran, tá avtala verður gjørd um, at talan er um eitt leypandi hald, ið heldur á fram, til haldið verðu sagt upp," sigur Brúkaraumboðið.

Í málsviðgerðini kom Brúkaraumboðið fram á - og gjørdi Vælveru Fitness vart við, at á haldum við bindingstíð varð samlaði prísurin fyri haldið ikki upplýstur. Hetta er annars krav sambært lóg um marknaðarføring.

Sambært lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur at halda lógina.

"Brúkaraumboðið hevur tí vent sær til Vælveru Fitness og vís á oman fyri nevndu viðurskifti," skrivar Brúkaraumboðið í tíðindaskrivi og á heimasíðuni.

Vælvera Fitness hevur tikið tilmælini frá Brúkaraumboðnum til eftirtektar, og hevur slept ítøkiliga innheintingarmálinum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118