Fólkaheilsuráðið: Tørvur er á kunning um garnatálg

Fólkaheilsuráðið: Tørvur er á kunning um garnatálg
Tørvur er á almennari kunning, so fólk vita, hvat feitt er sunt og hvat er ósunt, sigur ráðið, í kjalarvørrinum á prátinum um garnatálg í seinastuni
Tørvur er á almennari kunning, so fólk vita, hvat feitt er sunt og hvat er ósunt, heldur Fólkaheilsuráðið
Mynd: KvF

18.03.2014 - 16:12

Eiga vit at eta garnatálg afturvið tí mesta, nú garnatálg seinastu dagarnar av summum hevur verið kallað ein sunn kelda til feitt?

Fólkaheilsuráðið heldur, at tørvur er á almennari kunning, tí fólk kanska ivast í, hvørt smør ella olivinolja eru best ella minst skaðilig fyri heilsuna.

SÍ EISINI FM í garnatálg

Í skrivi frá ráðnum stendur, at nýggjastu kostráðini mæla til at minka um nøgdina av mettaðum feitti í tí matinum, vit eta.

Harafturat verður eggjað til at eta meiri av einkultómettaðum feitti, sum vit millum annað fáa úr olivenolju, rapsolju, heslinøtum, mandlum og øðrum.

Ov nógv ósunt feitt etið í grannalondum

Kanningar úr okkara grannalondum vísa, at sum heild eta fólk ov nógv mettað feitt. Mettaða feittið fáa vit millum annað frá smøri, róma og feitum oksakjøti.

Fólkaheilsuráðið sigur í almennum skrivi í dag, at ov nógv mettað feitt ger vandan størri fyri at fáa ov nógv kolesterol í blóðið og fyri at fáa hjarta- og æðrasjúku.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/netvarp/ms/2014/03/14/myndir-21-slog-av-garnatalgi-kappast... 21 sløg av garnatálg kappast um FM heitið

Ráðið heldur, at vit í størstan mun eiga at halda okkum til einkultómettað feitt og omega-3 feitt. Omega-3 feitt kemur millum annað úr fiskaolju og feitum fiski.

Men Fólkaheilsuráðið hevur tó ein lítlan ugga til tey, sum elska garnatálg. Ráðið sigur, at vit við góðari samvitsku kunnu eta garnatálg av og á, - serliga um vit annars minnast til at eta grønmeti, feitan fisk og tað góða feittið úr eitt nú nøtum, olivenolju og avokado.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænastan í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763