Ikki full semja í býráðnum í Havn

Ikki full semja í býráðnum í Havn
Full semja er ikki um alt í býráðnum í Havn, hóast býráðið ikki virkar sum meiriluti og minniluti eftir kommunuvalið í 2012
Full semja er ikki um alt í býráðnum í Havn, hóast býráðið ikki virkar sum meiriluti og minniluti eftir kommunuvalið í 2012
Mynd: KvF

24.03.2014 - 08:08

Tað kom skilliga til sjóndar á eyka býráðsfundinum í síðstu viku. Og borgarstjórin er í øðini eftir fundin. Marin Katrina Frýdal í Tjóðveldi atkvøddi ikki fyri einum uppskoti um at raðfesta íløgurnar hjá kommununi av nýggjum.

Ætlanin at dagføra Sundsvegin, tí fjarhitarør skulu leggjast oman í Gundadal, er útsett. Býráðið samtykti at bíða við teirri iløguni. Men Marin Katrina Frýdal vil hava arbeiðið gjørt nú.

Hon skrivar á sínari heimasíðu, at Tekniska nevnd fyri langari tíð síðani hevur avgjørt, at Sundsvegurin skal dagførast fyri at kunna taka ímóti alsamt vaksandi ferðsluni til høvuðsstaðin.

Peningur fluttur til aðrar íløgur

Samstundis skulu fyrireikingar gerast til at leggja fjarhitarør í vegin. Ætlanin at gera alt um somu leið, dagføra Sundsvegin og fáa fjarhitan oman í býin.

Men tær fimm milliónirnar, sum skuldu brúkast til hetta arbeiðið, eru fluttar til aðrar íløgur.

Á eyka býráðsfundinum í síðstu viku fekk Marin Katrina Frýdal ført í gerðarbókina, at hon mælir til at útvega eitt fakligt tilmæli frá teknisku umsitingini hjá býráðnum, Fjarhitafelagnum og SEV um at dagføra Sundsvegin og at fáa fjarhitan oman í Gundadal.

Borgarstjóri: - Óskikkur má halda uppat

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at Marin Katrina Frýdal hevur sett seg uttan fyri samstarvið í býráðnum um íløgurnar í 2014.

- Óskikkurin, at býráðslimir ikki atkvøða fyri so stórum málum, tá málini koma til endaliga viðgerð, má halda uppat.

Ikki at taka undir við einum so týðandi máli sum ein íløguætlan er, er tað sama sum ikki at taka undir við teimum ætlanum, sum verða lagdar fyri árið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Henda gongdin sleppur ikki at halda fram, sigur hann.

Má fáa avleiðingar

Setir ein seg uttanfyri, tá endalig atkvøðugreiðslu er, og enntá fer út í fjølmiðlarnar at heita á býráðslimir um at taka borgarstjóran av ræði, so fylgir ein ikki okkara mannagongdum.

Og tað skal ikki halda fram uttan avleiðingar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommununu, á heimasíðuni hjá kommununi. Íløguætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2014 er 185 mió. kr.

Ætlanin er at byggja millum annað dagsstovn í Kollafirði, judo- og borðtennishøll í Gundadali, fótbóltsvøll í Hoyvík og ítróttarøki á Argjum. musikkskúla og brúgv um Sandá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918