- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pallborðsfundur við valevnunum til Tórshavnar Ungdómsráð
Mikukvøldið 26. mars kl. 20 verður almennur pallborðsfundur í Margarinfabrikkini.
Av tí at hetta er fyrsta valið til Tórshavnar Ungdómsráð, eru nógv ung ið sakna meira kunning og ivast í, hví tey skulu brúka sína atkvøðu, og hvat endamálið við ráðnum er. Á pallborðsfundinum hava tey ungu møguleika at seta spurningar og valevnini greiða frá, um seg sjálvi og um teirra hugsjónir og mál.
Kvøldið byrjar við at Rebekka Petersen syngur nøkur løg. Síðani kemur Helena Dam á Neystabø at greiða frá, hví stig er tikið til ráðið og endamálið við tí. Eftir hetta verður fundur og kjak við teimum ungu valevnunum.
Orðstýrari verður Bjarni Kárason Petersen, limur í Norrøna Ungmannafelag Føroya.
Øll ung, ið eru millum 14 og 22 ár, í Tórshavnar Kommunu, hava atkvøðurætt.
Tiltakið er ókeypis og vit bjóða the og kaffe.
Tíðindaskriv frá Margarinfabrikkini 25.03-2014
Mynd av valevnunum:
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |