Havnarfólk og klaksvíkingar sløkkja ljósið

Havnarfólk og klaksvíkingar sløkkja ljósið
Ljósið verður sløkt í miðbýnum í kvøld, leygarkvøldið 29. mars, frá kl. 20:30 til 21:30.
 
29.03.2014 - 09:24

Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna eru við í altjóða átakinum ”Earth Hour 60” leygardagin 29. mars. Í ein tíma fara milliónir av menniskjum kring allan heim at sløkkja ljósið fyri at vísa umhvørvinum ans. Tað ber til at tekna seg á facebook-síðuni hjá Earth Hour Faroe Islands. Fyrrapartin høvdu 170 fólk boðað frá, at tey sløkkja ljósið í kvøld. 

Earth Hour var fyrstu ferð hildin í Sydney, Australia í 2007, tá ljósð varð sløkt í ein tíma. Síðani er tiltakið vaksið nógv, og tað fevnir í dag um fleiri enn 7000 býir um allan heim. Endmálið er at eggja fólki at vísa umhvørvinum størri ans.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867