- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gølur á Ríkissjúkrahúsinum

Yvirlæknin á Ríkissjúkrahúsinum, dr. med. Thomas Engstrøm, hevur framt skjalafalsan, tí hann hevur broytt skjøl, áðrenn fjølmiðlar hava fingið innlit í tey. Hetta skrivar danska avísin Jyllandsposten í dag.
Hetta er bert tann seinasta av einari røð av gølum, sum eru komnar undan kavi í donskum fjølmiðlum seinastu tíðina um Ríkissjúkrahúsið.
Gølurnar snúgva seg um misnýstlu av granskingarpengini. Eitt nú hava yvirlæknar keypt sær Mont Blanc kúlupennar, etið á Michelin matstovum, keypt vín frá víninnflytarum og keypt sær privata videoútgerð fyri fleiri tíggjutúsundtalskrónur.
Og alt hetta hevur verið rindað fyri av peningi, sum var settur av til gransking.
Í Danmark verður nú spurt, hvussu hetta bar til? Bókhaldararnir hjá Ríkissjúkrahúsinum hava góðkent flytingarnar, og uttanhýsis grannskoðararnir hava heldur ikki tala at.
Higartil eru tríggir yvirlæknar meldaðir til løgregluni og eru koyrdir til hús. Danskir fjølmiðlar meta, at upp aftur fleiri læknar fara at vera uppsagdir og meldaðir.


























