- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útflutningsráð stovna

Tað skrivar løgmaður á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni.
Útflutningsráðið skal veita løgmanni ráð um handilspolitikk, handilssáttmálar, handilspolitisk átøk og annað, ið tryggjar eina betri marknaðaratgongd.
Útflutningsráðið skal verða sterka bindiliðið millum vinnuna og politiska myndugleikan.
Ráðið fer millum annað at gera tilmæli, hvørjir marknaðir ella hvørjar vinnugreinar eiga at verða settar í miðdepilin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
At seta eitt útflutningsráð á stovn er eitt av málinum í samgonguskjalinum.
Útflutningsráðið verður mannað við sjey limum, ið verða tilnevndir av løgmanni fyri eitt tvey ára skeið.
Landsstýrismenninir í vinnumálum, fiskivinnumálum og mentamálum tilmæla hvør ein mann og eina kvinnu í ráðið.



























