- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendskir handverkarar skulu sleppa til Føroya

Skjótt verður bæði lættari og skjótari hjá byggivinnuni í Føroyum at fáa handverkarar úr ES-londunum til Føroya at arbeiða.
Í hesum mánaðinum fer Johan Dahl, landsstýrismaður, at biðja løgtingið mæla ríkismyndugleikunum til at broyta útlendingalógina.
Broytingin skal rudda slóð fyri handverkarum úr ES at sleppa at arbeiða í Føroyum.
Markið skal broytast til 6 %
Fyri nøkrum árum síðani varð lógin broytt soleiðis, at tá arbeiðsloysið í Føroyum fer upp um 3,5 prosent, fóru serligu rættindini hjá ES-borgarum at fáa arbeiði í Føroyum úr gildi.
Arbeiðsloysið fór upp um hálvt fjórða prosent á heysti í 2009 og hevur verið oman fyri tað markið síðani tá.
ES-borgarar hava síðani tá verið at rokna sum triðjalands borgarar, sum vilja arbeiða í Føroyum.
Í løtuni er arbeiðsloysið í Føroyum 4,3 prosent.
Nú vil landsstýrið hava markið upp í seks prosent fyri at fáa handverkarar til Føroya.
Uppskotna lógarbroytingin skal bara vera galdandi fyri faklærda arbeiðsmegi í byggivinnuni.
Broytingin merkir, at ikki fyrr enn arbeiðsloysið fer upp um seks prosent, missa handverkarar í ES serligu rættindini at fáa arbeiði í Føroyum.
Stórur tørvur á handverkarum
Vinnuhúsið metir, at nú so nógv bygging er í Føroyum, er brúk fyri 150 til 200 handverkarum afturat.
Lógarbroytingin hjá Johan Dahl er send til hoyringar, og ætlanin er at fáa broytingina samtykta í hesari tingsetuni.


























