- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri ferðafólk enn nakrantíð

Tað boðar Vága Floghavn frá í ársfrágreiðingini fyri 2013.
Í 2013 ferðaðust 236.181 ferðafólk um flogvøllin. Tað eru 4,7% fleiri enn í 2012, og eitt methøgt ferðafólkatal.
Seinastu 10 árini er talið av ferðandi um Vága Floghavn vaksið við 43%.
Nettosølan høg
Eisini nettosølan var góð síðsta ár. Í 2013 var avlopið hjá P/F Vága Floghavn 4,3 milliónir krónur áðrenn skatt. Tað eru knappar 9 milliónir krónur fleiri enn í 2012, tá ið talan var um eitt hall uppá 4,3 milliónir krónur.
Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn fegnast um góða ársúrslitið. Hann sigur, at úrslitið er liður í miðvísari ætlan at menna nýggjar inntøkumøguleikar.
Ein vaksandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá Vága Floghavn er nú parkeringsgjøld, leigugjøld og provisiónsgjøld í samband við matarsølu og tollfría sølu. Ætlanin er, at hesar inntøkur skulu vaksa enn meira framyvir.
Val av nevnd
Vága Floghavn hevði aðalfund í gjár, og tá blivu Kitty May Ellefsen, Evy Jacobsen og Jóhan í Niðristovu afturvald í nevndina. Tann fjóðri nevndarlimurin, Tom Silvurdal ynskti ikki afturval. Í hansara stað bleiv Uni Danielsen valdur. Nevndin hevur skipað seg við Kitty May Ellefsen, sum nevndarforkvinnu og Evy Jacobsen, sum varaforkvinna í nevndini hjá Vága Floghavn.
Floghavnin boðar eisini frá, at nýggja farstøðin og tænastubygningarnir eftir ætlan verða tiknir í nýtslu í juni í 2014.



























