Kommunur: 372 mió. fyri eldraøkið eru ov lítið

Kommunur: 372 mió. fyri eldraøkið eru ov lítið
Landið og kommunurnar tingast um, hvussu nógvur peningur skal fylgja við, tá eldrøkið verður lagt til kommunurnar
Eyðun Christiansen er stjóri í Kommunufelagnum
 
02.04.2014 - 11:50

Fíggjarkarmarnir fara ikki at halda, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at lurta eftir kommununum í samráðingunum um samsýning fyri at yvirtaka eldraøkið.

Í játtanarkørmunum eru 372,1 millión fluttar av rakstrinum hjá landinum til kommunurnar fyri eldraøkið, men hetta er alt ov lítið, er boðskapurin frá kommununum.

Spreingja karmin

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar, tí partarnir eru mitt í samráðingum um fíggingina av yvirtøkuni, men hann sigur, at tað er borð Fíggjarmálaráðsins, um karmarnir verða sprongdir.

- Vit taka ikki hesa ásettu upphæddina sum nakað, ið ávirkar samráðingarstøðuna, men upphæddin er ov lítil, og tað er teirra borð, um játtanarkarmarnir mugu broytast, sigur Eyðun Christiansen í stuttari viðmerking.

Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur, at hetta er einar hundrað milliónir ov lítið, sammett við tað, sum tað veruliga fer at kosta kommununum. Men eins og tá lønarsamráðingar eru, so man rætta upphæddin liggja onkrastaðni mitt í millum, men hetta vil Eyðun Christiansen ikki úttala seg um. Tó sigur hann, at 372,1 millión er alt ov lítið, og at samráðingarnar millum kommunurnar og Fíggjarmálaráðið ikki av álvara eru komnar í gongd enn.

Fleiri fundir

Í dag skuldi Kommunufelagið hava fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um, hvussu býtið er millum tey, sum eru eldri enn 67, og tey, sum eru yngri enn 67 ár. 

Síðani verður fundur væntandi aftur millum partarnar í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862