Bíða eftir kostnaði fyri eldraøkið

Bíða eftir kostnaði fyri eldraøkið
Fíggingin til eldraøkið verður ásett, tá metti kostnaðurin fyri at reka økið í 2015 verður kendur, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
 
04.04.2014 - 09:18

Hetta sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í svari til Kristinu Háfoss úr Tjóðveldi.

Kristina Háfoss, tingkvinnna fyri Tjóðveldi hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen fyristpurning. Hon vil m.a. vita, hví lógaruppskot um fígging av eldraøkinum ikki vórðu løgd fyri løgtingið saman við lógaruppskotinum um at leggja ábyrgdina á kommunurnar, sum varð samtykt herfyri. Kristina Háfoss spyr, um tað ikki er órímiligt og óforsvarligt at leggja ábyrgdina av eldraøkinum út til kommunurnar við lóg, uttan at kenna til fíggjarligu avleiðingarnar.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at í uppskotinum til fíggjarleist er lagt upp til, at fíggingin verður ásett, tá metti kostnaðurin fyri at reka økið komandi ár er kendur.

Samráðingar eru við kommunurnar, og tá tær eru lidnar, verður uppskot lagt fyri Løgtingið, sigur Jørgen Niclasen.

- Vit vita, hvat landið rekur økið fyri í dag, og útgangsstøðið er, at kommunurnar fáa tann pening, ið raksturin hevði kostað landinum, um økið ikki varð lagt út, stendur í svarinum.

Í játtanarkarminum er ein upphædd ásett, 372,1 millión krónur. Formaðurin í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen, sum í hesum døgum tingast við landsstýrið um fíggingina av eldraøkinum, hevur boðað frá, at hann enn metir, at prísurin í minsta lagi er 400 milliónir krónur. Harafturat hevur hann boðað frá, at kommunurnar vilja tryggja sær javna og støðuga eftirregulering av upphæddini, sum kommunurnar skulu hava fyri at reka eldraøkið.

Jørgen Niclasen fer á tingfundinum í dag at svara fyrispurninginum frá Kristinu Háfoss. Tingfundurin byrjar klokkan hálvgum tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328