Flogbóltsfinalur beinleiðis í útvarpinum

Flogbóltsfinalur beinleiðis í útvarpinum
FM-finalurnar í flogbólti verða sendar beinleiðis í útvarpinum leygardagin
 
04.04.2014 - 10:35

Leygardagin eru seinnu FM-finalurnar í flogbólti á skránni.

Kvinnufinalan byrjar klokkan 13.00 og mannsfinalan byrjar klokkan 15.00. Báðar finalurnar verða sendar beinleiðis í útvarpinum.

Hjá kvinnunum spæla Mjølnir og Fleyr. Vinnur Mjølnir hendan dystin eru tær føroyameistarar. Mjølnir vann fyrru finaluna 3-1 (25-18,25-14,21-25 og 25-19)

 

ÍF kann eisini tryggja sær FM-heitið leygardagin. ÍF vann 3-0 á Fleyr í fyrru finaluni (25-21,25-10 og 25-23)

Leivur Frederiksen fer at siga frá kvinnufinaluni. Viðmerkjari er Guðrun Joensen.

Suni Merkistein fer at siga frá mannsfinaluni. Viðmerkjari er Ólavur Jensen.

Báðar finalurnar verða spældar í Høllini á Hálsi í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022