Laksur í Nesvatni

Laksur í Nesvatni
60 laksar frá Fiskaaling eru settir í Nesvatn úti á Eystnesi til frítíðarfiskarar at fiska
 
12.04.2014 - 15:53

Nesvatn á Eystnesi er vorðið ferðfólkamál, har fólk kunnu keypa sær ein túr við tráðu.

Tað er Dia Johannesen á Nesi, sum seinastu tíggju árini hevur sett fisk út í vatnið, sum frítíðarfiskarar síðan gjalda ein upphædd fyri at sleppa at fiska.

Herfyri vórðu 60 laksar frá Fiskaaling sleptir í Nesvatn, og í næstu viku fer at bera til at keypa sær fiskitíð á vatninum, sigur Dia Johannesen.

Fyrstu tíðina, hendan "Put & Take” skipanin varð roynd, vóru tað ælabogasíl, sum vórðu sett út. Men seinastu fýra árini hevur tað verið laksur, sigur hann.

Laksurin, sum er settur út nú, er partur av fiskinum frá lívfiskastøðini hjá Fiskaaling.

Talan er um geldfisk, sum annars skuldi verið dripin og koyrdur burtur, men sum nú gerst partur av ferðavinnuinntøku í Eysturoy.

 

Kelda: www.fiskaaling.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867