- Tíðindi, mentan og ítróttur
213.500 tons av svartkjafti
213.500 tons av svartkjafti
Tað sleppa føroysk skip at fiska í ár, kunngjørdi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fríggjadagin

14.04.2014 - 10:43
Kvotan í ár er 211.449 tons, 24 prosent av heildarkvotuni, og so eru 2.104 tons eftir frá í fjør.
Føroyingar sleppa at fiska 25.000 tons í ES-sjógvi. Har hava skipini fiskað seinastu tíðina. Men um hesa tíðina plagar svartkjafturin at koma norður um markið í føroyskan sjógv.
Føroysk skip sleppa eisini í norskan sjógv eftir svartkjafti. Har sleppa tey at fiska 22.090 tons av føroysku kvotuni.
Harafturat kunnu føroyingar fiska svartkjaft í íslendskum sjógvi og í altjóða sjógvi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























