- Tíðindi, mentan og ítróttur
At liva við kroniskari sjúku er ein avbjóðing
At liva við kroniskari sjúku er ein avbjóðing
15. mai er granskingardagur á Landssjúkrahúsinum, og ljós verður millum annað varpað á, hvussu tað er at liva við kroniskari sjúku

15.04.2014 - 09:28
MIllum annað fer Bobby Zachariae, professari. dr.med og sálarfrøðingur við Aarhus universitetshospital, at halda fyrilestur um handafaran av kroniskari sjúku. Bobby Zachariae er leiðandi serfrøðingur innan strongd.
At liva við kroniskari sjúku er ein avbjóðing, sum kann hava stóra ávirkan á fysisku førleikarnar, sálarliga trivnaðin og lívsgóðskuna. Fólk handfara lívsins avbjóðingar ymiskt, og fyrilesturin fer at vísa á úrslit frá nýggjari lívfrøðiligari, sálarligari og sosialari gransking. Granskingin vísir á viðurskifti, ið hava týdning fyri lívsgóðsku og førleika til handfaran av kroniskari sjúku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























