- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herurin fingið boð um at leggja uppí

Tað líkist alsamt meira og meira einum borgarakríggi í Ukraina.
Russiskt-sinnað uppreiðstrarfólk hava seinastu dagarnar hertikið fleiri stjórnarbygningar í býnum, og samanbrestir hava verið millum myndugleikar og mótmælisfólk. Sum skilst hava fleiri latið lív.
Tað er virkandi forsetin í Ukraina, Oleksandr Turt-jynov, sum sambært tíðindastovuni Interfax hevur givið herinum boð um at leggja uppí.
Tað er enn ikki greitt í hvønn mun ukrainski herurin fer til verka í Donetsk, men ein mynd, sum BBC hevur almannakunngjørt, vísir í minsta lagi 7 stríðsvognar, sum í nátt stóðu einans 70 kilometrar burturfrá Donetsk.
Ukrainski forsetin segði í gjár sambært russisku sjónvarpsrásini RT, at herurin verður sendur til Donetsk fyri at verja íbúgvarnar.



























