- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havstovan vísur á upphavsrætt
Havstovan vísur á upphavsrætt
Tríggir starvsmenn á Havstovuni gera vart við, at teir eiga upphavsrættin til havrannsóknarskipið

27.04.2014 - 10:37
Tríggir starvsmenn á Havstovuni hava biðið ein advokat gera Havstovuna og Fiskimálaráðið varugt við, at teir eiga upphavsrættin til tekningarnar av havrannsóknarskipinum, sum ætlanin er, at privat skulu byggja og síðani leiga Havstovuni.
Sambært skrivi frá Sigmundi Poulsen, advokati, til Fiskimálaráðið, kann Havstovan ikki lata øðrum tekningarnar ella kravspesifikasjónirnar at byggja skipið eftir uttan loyvi frá teimum, sum eiga upphavsrættin.
Tekningarnar eru at meta sum byggilist sambært lógini um upphavsrætt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























