Oljan var á breddanum á Bretlandsvitjan

Oljan var á breddanum á Bretlandsvitjan
Løgmaður hevur verið á vitjan í Bretlandi seinastu dagarnar, og bæði á fundum og í røðum hevur spurningurin um oljuna fylt nógv
 
27.04.2014 - 13:29

Mikudagin hitti løgmaður bæði Alex Salmond, fyrstaráðharra Skotlands, og Alistair Carmichel, ið er ráðharri hjá bretsku stjórnini í skotskum viðurskiftum. Og á skránni var millum annað oljuvinna, útbúgving og fiskivinna.  

Løgmaður segði í flaggdagsrøðu síni, at við møguleikanum at finna gas og olju í Føroyum, verður sambandi til Bretlands væntandi nærri.  

Oljan.fo skrivar, at ítøkilig uppskot vóru frammi um samstarv á oljuøkinum á fundinum við bretska ráðharran. Bretski ráðharrin skeyt millum annað upp, at Føroyar skulu vera partur av tí samstarvi, sum bretskt vinnulív og myndugleikar í løtuni raðfesta sera høgt. Skrivar oljan.fo. Tað kemur í kjalarvørrinum á tí seinastu frágreiðingini hjá kenda bretska vinnulívsmanninum Ian Wood, hvørs niðurstøða er, at samstarv millum fyritøkur og millum myndugleikar í sambandi við oljumenningina er fremsta ynskið fyri at røkka longur fram á mál í bretska oljuídnaðinum.

Løgtingið samtykti hósdagin í síðstu viku, at nýta hálva aðru millión krónur, at marknaðarføra Føroyar sum oljuland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867