- Tíðindi, mentan og ítróttur
445 kunnu missa spjaldrið
445 kunnu missa spjaldrið
Sambært Akstovuni kunnu 445 bileigarar vænta at missa nummarspjøldrini í næstum.

30.04.2014 - 06:50
Akstovan lat í gjár politistøðunum kring landið 445 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2014.
Akstovan skrivar á síni heimasíðu, at kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























