Tíggju milliónir dýrari enn mett

Tíggju milliónir dýrari enn mett
30 íbúðir í miðbýnum í Klaksvík kosta slakar 80 milliónir krónur at byggja, tíggju milliónir meira enn ráðgevingin metti
Klaksvíkar kommuna og Bústaðir ætla at byggja 30 leiguíbúðir við Biskupstorg. Bara tvey byggifeløg eru áhugað
 
01.05.2014 - 08:14

Kommunan og Bústaðir spurdu sjey byggifeløg, men bara tvey tóku av.

Klaksvíkar kommuna og Bústaðir fingu bara tvey tilboð upp á arbeiðið at byggja 30 leigubústaðir við Biskupstorgið í miðbýnum í Klaksvík.

Tilboðini eru latin upp. Kanjon sigur seg kunna gera arbeiðið fyri 78,8 mió.kr.

Tilboðið hjá MT Højgaaard er 97.5 mió.kr. MT Højgaard hevur eisini eitt boð upp á at brúka betongelement heldur enn at stoypa á staðnum. Tað tilboðið er  95,6 mió. kr. 

Tilboðið hjá Kanjon er tíggju milliónir krónur hægri enn metingin hjá ráðgevunum hjá kommununi og Bústøðum.

Tær 30 íbúðirnar skulu vera lidnar seint næsta ár.  

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358