Andstøðan umhugsar misálit ella kæru

Andstøðan umhugsar misálit ella kæru
Løgtingsgrannskoðararnir fóru eftir hvassa penninum, tá teir skrivaðu um roknskapin hjá SSL fyri 2013. Johan Dahl tekur í egnan barm
01.05.2014 - 19:40

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum í málinum um Strandferðsluna til eftirtektar. Tí boðar hann frá í tíðindaskrivi. 

Hyggur landsstýrismaðurin aftur um bak við teirri vitan, hann nú hevur, skuldu hann og umsitingin skjótari tikið neyðug stig til at fáa viðurskiftini í rættlag, sigur Johan Dahl, og hann tekur fulla ábyrgd av tí, sum løgtingsgrannskoðararnir finnast at í hvassorðaðu frágreiðing sínari til løgtingið.

- Bæði eg og Vinnumálaráðið vit fullvæl, at viðurskiftini hjá Strandfararskipum Landsins ikki vóru í lagi. Sum landsstýrismaður taki eg ábyrgd fyri tí, sum er hent.

Vit tóku tí eisini neyðug stig fyri fleiri mánaðum síðan fyri at tryggja, at vit ikki koma í somu støðu aftur, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í tíðindaskrivinum. 

Sannlíkt fær málið onkra politiska avleiðing. 

Andstøðuflokkarnir fara fyrsta dagin at viðgera frágreiðingina hjá løgtingsgrannskoðaranumo,

Antin verður misálit reist móti landsstýrismanninum, ella verður málið lagt fyri Landsstýrismálanevndina.

Tað vátta bæði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Reimund Langgard í Sambandsflokkinum er formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum.

Hann fer ikki at mæla ti, at floksfelagi hansara í Vinnumálaráðnum leggur frá sær.  

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981