Egyptaland eingin lukka hjá Atlantsflogi

Egyptaland eingin lukka hjá Atlantsflogi
Johan Dahl, einasti partaeigari í Atlantic Airways, væntar, at nevndin lurtar eftir signalinum um bíligari ferðaseðlar í nýggju strategiini
Ófriður í Egyptalandi tarnaði flúgvingini hjá Atlantic Airways hagar
 
02.05.2014 - 13:23

Tað eydnaðist ikki serliga væl hjá Atlantic Airways at flúgva ferðafólk úr Danmark til Egyptalands fyri eina danska ferðaskrivstovu.

Tað viðgongur nevndin í felagnum.

Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann, at nevndin fyri Atlansflog hevur upplýst, at hon hevur onga ætlan um at minka talið av ferðamálum og leggja størri dent á einstakar leiðir. 

Fyritreytin fyri nýggju strategiini hjá flogfelagnum, sum skal vera liðug í summar, er, at felagið framvegis skal røkja verandi rutunet.

Tó hevur nevndin í Atlansflogi upplýst, at verandi strategi hjá felagnum viðvíkjandi leiguferðum til Egyptalands ikki hevur eydnast serliga væl, sigur Johan Dahl eisini í svari sínum. 

Hann sigur, at hann hevur ikki givið Atlansflogi nakra politiska ábending um, hvør strategiin skal vera.

Tó hevur hann ofta gjørt vart við, at hann heldur tað vera ov dýrt at flúgva við Atlantic Airways. 

Nevndin í Atlantic Airways bað í fjør heyst ráðgevarafyritøkuna Qvartz greina felagið og sammeta tað við onnur flogfeløg.

Qvartz skal ikki gera felagnum eina strategi. Hana ger nevndin, tá hon hevur fingið greiningina frá Qvartz í juni. 
Rutunetið skal greinast og prísirnir, og nevndin hevur biðið um uppskot um rasjonaliseringar í rakstrinum. 

Johan Dahl sigur, at nevndin í Atlantsflogi vil ikki siga, hvussu nógv, Qvartz skal hava fyri sítt arbeiði.  

Talan er um upplýsingar, sum vanliga eru í trúnaði millum tveir handilspartar, er grundgevingin.  

Johan Dahl sigur, at hann eigur ongan lut í strategiarbeiðinum.

- Hinvegin rokni eg við, at nevndin altíð lurtar eftir teimum signalum, sum høvuðspartaeigari felagsins kemur við. 

Tað hevur verið eitt signal frá høvuðspartaeigaranum, at nevndin eigur at arbeiða fyri bíligari ferðaseðlaprísum. 

Nevndin hevur upplýst, at hetta atlit verður tikið við í viðgerðini at leggja nýggja strategi fyri felagið, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571