- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjótt verður forboðið at innflyta hampfræ
Skjótt verður forboðið at innflyta hampfræ
Heilsumálaráðið fyrireikar forboð móti innflutninginum av hampfræi

05.05.2014 - 09:29
Tað fekk Trivnaðarnevndin at vita, tá hon viðgjørdi ríkislógartilmælið um at herða rúsevnalógina.
Ríkislógartilmælið umfatar ikki hampfræ.
Men nevndin sigur, at Heilsumálaráðið arbeiðir við eini áseting, soleiðis at í framtíðini verður ikki lógligt at innflyta hampfræ.
Nevndin sigur, at hon tekur undir við hesum arbeiði og metir tað verða týdningarmikið, at hampfræið eisini verður gjørt ólógligt, ongantíð ov skjótt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















