Týska málið er í vanda í Føroyum

Týska málið er í vanda í Føroyum
Lærarar á studentaskúlanum í Hoydølum og á Kambsdali stúra fyri, at týskt fer ikki at yvirliva sum fak
 
05.05.2014 - 15:48

Við nýggju miðnámsskúlaskipanini velja næmingarnir aðrar leiðir og onnur fak enn týskt. Bara tveir flokkar í Hoydølum byrja komandi skúlaár við týskum. Skúlaárið 2011-2012 vóru 14 týsktflokkar á skúlanum.

Á studentaskúlanum á Kambsdali verður ein nýggjur flokkur í týskum eftir summarfrítíðina. Eftir gomlu skipanini høvdu fimm, kanska seks, flokkar byrjað komandi skúlaár.

Øll fremmandamálini hava færri flokkar, men afturgongdin er størst í týskum.

- Vit harmast gongdina og stúra fyri, um fakið megnar at yvirliva í hesi nýggju skipanini, siga lærararnir í tíðindaskrivi.

- Vit meta, at næmingar í føroysku miðnámsskúlaskipanini missa ein sera týdningarmiklan førleika, um málini ikki fáa betri sømdir, skriva lærararnir, sum heita á Mentamálaráðið um viðgera støðuna hjá fremmandamálum sum heild í nýggju miðnámsskúlaskipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423