- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskidagar eftir toski og hýsu skerjast 20 prosent

Havstovan mælir til at skerja fiskidagatalið hjá skipabólkum, ið serliga fiska tosk og hýsu, 20 prosent næsta fiskiár.

Tað eru bólkur 3, 4 og 5.

Mælt verður til, at fiskadagatalið hjá bólki 2, ið fiskar upsa, verður óbroytt, men eingin vinnuligur fiskiskapur eigur at verða loyvdur á Føroyabanka, grynri enn 200 m.

Havstovan hevur latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sítt tilmæli í sambandi við fiskiárið, sum byrjar 1. september.

Havstovan mælir til, at gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum og upsa undir Føroyum galda fyri allar veiðihættir. Til tess at verja yngstu árgangir av serliga toski, eiga smáfiskaleiðirnar framvegis at verða friðaðar.

ICES-tilmælið grundarlagið

Ráðgevingin hjá Havstovuni tekur støði í stovnsmetingunum av botnfiski hjá ICES, sum vórðu kunngjørdar herfyri.

ICES mælir til, at veiðutrýstið á tosk minkar 63 prosent, og at eingin toskafiskiskapur verða á Føroyabanka. ICES mælir eisini frá hýsufiskiskapi, og veiðutrýstið eftir upsa eigur at minka 44 prosent.