Lyon & the Colourstorm vunnu Sement

Sjálvandi skuldi ein selfie eisini takast!
Lyon & the Colourstorm vunnu Sement
Í kvøld gjørdist greitt, hvør ársins vinnari av Sement er. Tað gjørdist Lyon & the Colourstorm.
25.05.2014 - 00:45

Lyon & the Colourstorm fóru avstað við sigrinum í ársins Sement finalu. Støðið var høgt alt kvøldið, hildu dómararnir, men teir vórður samdir um, at Lyon & the Colourstorm høvdu tað, ið kravdist til ein greiðan vinnara.

 

Nummar tvey gjørdust Grús, ið spældu fusion jazz, og triðja plássið fór til elektroniskan bólkin, Nystrøm. 

 

- Hetta er ordiliga feitt, tað er mega feitt, sigur Lyon Hansen, forsangari í Lyon & the Colourstorm, meðan fólk trokast fyri at sleppa at gratulera teir.

 

Lyon var sjálvur við í Sement fyri nøkrum árum síðani, har hann gjørdist nummar 3 sum singer-songwriter. Stutt áðrenn Sement slóð hann seg saman við dreingjunum úr Colourstorm, so hetta var ein nokkso spontan avgerð at enda í Sement, ið vísti seg at enda væl. 

 

- Fyri tveimum vikum síðani skrivaði eg til hesar fýrarnar í Colourstorm. Vit høvdu tosað um at jamma saman onkuntíð, so hugsaðu vit bara at prøva tað. Nú eru vit so officielt ein bólkur, sigur hann. 

 

Helena Dam á Neystabø handaði teimum vinningin og blómur. Vinningurin er áljóðandi tríggjar dagar í Studio Bloch, sum hevur eitt virði á 17.000 krónum. Afturat fingu teir eitt gávukort frá Simme Musikkhús á 3.000 krónur. 

 

Dómarapanelið var mannað av Jón Tyril, Gretu Svabo Bech og Kristoffer Mørkøre. Men hví vóru tað akkurát Lyon & the Colourstorm, sum vunnu?

 

- Tað er tí, teir hava sterkar sangir, og teir hava ein øgiliga sterkan frontfigur. sum sang væl og performaði væl. Teir høvdu karisma og góðar sangir. Tað stendur øgiliga klárt eftir, aftan á teir hava spælt, sigur Jón Tyril, sum er sikkur upp á, at mann kemur at hoyra meiri til ársins vinnara í framtíðini.

 

Lyon metir, at ein av faktorunum til at teir vunnu, var, at teir spæla eina sjangru, sum ikki ofta er hoyrd í Føroyum fyrr. Teir spæla "surf" tónleik, og tað er ein væl umtókt sjangra í Amerika, sum varð spæld nógv í 60'unum í samband við surfaramentan í California. Dick Dale og Beach Boys eru m.a. kendir fyri surf-tónleik.

 

Men hvat kunnu teir brúka hetta heitið sum vinnarar av Sement 2014 til?

 

- Eg haldi, vit kunnu brúka studiotíðina øgiliga gott. Vit fara at taka okkurt ordiliga feitt upp í hasum trimum døgunum. Tað hopaðu vit serliga nógv upp á at vinna, tí nú fáa vit jú okkurt út, sigur Lyon. 

 

Ein av eykavinningunum í kappingini var, at G! festivalurin skuldi velja ein bólk, ið skal framføra á G! í summar. Hesum heiðrinum fóru Lyon & the Colourstorm eisini avstað við.

 

- Vit gleða okkum til G! í summar! Totalt! Tað verður mega feitt! Nú bleiv tað hastað, so nú mugu vit fara at skriva fleiri nýggjar sangir. Tað verður interessant, sigur Lyon at enda og flennir.

 

Manningin í bólkinum er:

 

Guitar: Esmar Fagraberg

Trummur: Niels Petur Fagraberg

Bass: Rógvi Johannesen

Vocal og guitar: Lyon hansen

 

Röddin ynskir Lyon & the Colourstorm hjartaliga til lukku við heitinum.

 

Síggið myndir frá kvøldinum her!

The Absent Silverking framførdi, meðan dómararnir samráddust um vinnaraplássini.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.