Myndarøð: Lyon í Tutl

Myndarøð: Lyon í Tutl
Hvønn fríggjadag kl. 16 hoyrist tónleikur á Glade Hjørn í Havn. Í dag fingu vit heiðurin at hoyra døpru baptistatónarnar frá Lyoni
26.08.2016 - 17:15

Lítli handilin er longu rættiliga pakkaður. Innast, aftan fyri øll fólkini, situr ein einsamallur Lyon Hansen við klaverið. 

 

Seinnaparts solo-framførsla

Hann hevur also ikki bólkin við sær, men megnar væl og virðiliga at bera tónleikin sjálvur. Í veruleikanum koma hansara ófatiliga vøkru, syrgiligu løg minst líka væl fram, tá maðurin bara hevur seg sjálvan at arbeiða við. 

 

Tá ið sorgin rekur verkið

Endiliga kemur lagið, eg havi bíðað eftir. "Sister" er ein sangur, hann hevur skrivað um systir sína, ið doyði. Hetta hevur altíð verið ein góður sangur. Men síðan eg hoyrdi um søguna aftanfyri, er hann vorðin so innarliga, hjartaskerandi vakur. Tað er typiskt, at tey tyngstu minnini hjá fólki skapa teirra bestu list. Í hesum førinum rakar týningin plett.

 

Eisini spælir hann lagið "Gud var tað tú sum gjørdi fanan", sum Petur Pólson hevur skrivað orðini til. Teir eru báðir líka daprir í tónleikastíli, og hóska væl saman. Eisini eitt ótrúliga gott lag, vælskrivað og vælspælt.

 

Eingin fer avstað óávirkaður

Hann kann tykjast at sita í skeivum stað, tá hann spælir ein ljósan seinnapart til eina hálvgum uttandura konsert í miðbýnum í Havn. Men eisini í dag fær hann mint okkum á vakurleikan við sorgblídni, og øll fara víðari gjøgnum dagin, eitt sindur meira følin enn tey vóru áður. Um tað ikki er høvuðsendamálið við at spæla tónleik, so veit eg ikki hvat er. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.