Høgraflokkarnir høvdu stóra framgongd

Høgraflokkarnir høvdu stóra framgongd
Høgraflokkarnir, sum halda, at ES hevur fingið ov stórt vald, fingu 129 av teimum 751 sessunum í ES-tinginum, tað er greitt eftir valið í gjár
 
26.05.2014 - 08:51

Framgongdin hjá høgraflokkunum er tann sama í Týsklandi, Fraklandi, Eysturríki, Grikkalandi, Finnlandi og Danmark, har Danski fólkaflokkurin tvífaldaði sítt tingmannatal, tað skrivar Reuters.

Enn er ógreitt, um høgraflokkarnir verða samdir um at skipa sín egna bólk í ES-tinginum.

Hava tó ikki meiriluta

Formaðurin í ES-nevndini, Jose Manuel Barroso, vísir á, at hóast høgraflokkarnir høvdu stóra framgongd, hava teir kortini ikki meiriluta  í ES-tinginum.

Í Bretlandi er líkt til, at ES-mótstøðuflokkurin, Ukip, verður størsti flokkur. Hann stendur til at fáa 22 av teimum 76 sessunum, sum Bretland eigur í ES-tinginum. Konervativi stjórnarflokkurin fær 16 sessir.

Í Fraklandi hevur Front National fingið 25 prosent av atkvøðunum. Sosialistaflokkurin hjá Hollande, forseta, hevur bert fingið 14,5 prosent.

Í Týsklandi hevur flokkurin Alternative fur Deutscland, sum fyrstu ferð stillaði upp, fingið 7 prosent, og nógv bendir á, at Nazistaflokkurin eisini fær ein sess í ES-tinginum.

Danski fólkaflokkurin størstur

Í Danmark gjørdist Danski fólkaflokkurin nógv størstur. Hann fekk 26,6 prosent av atkvøðunum og fýra av teimum tilsamans 13 sessunum, sum Danmark eigur í ES-tinginum. Bæði Vinstriflokkurin og Sosialdemokratarnir høvdu afturgongd, og mistu hvør sín tingsess.

Málið um klæðini hjá Lars Løkke Rasmussen, floksformanni, eru helst orsøkin til afturgongdina, og í gjárkvøldið segði Lars Løkke Rasmussen, at hann tekur alla ábyrgd av ósigrinum. Á Christiansborg eru politiskir eygleiðarar aftur farnir at gita, at ósigurin hjá Vinstra fer at fáa avleiðingar fyri floksformannin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867