- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maskinmeistarar fingið nýggjan sáttmála
Maskinmeistarar fingið nýggjan sáttmála
Sáttmálin er á sama stigi sum sáttmálin, ið varð gjørdur við arbeiðarafeløgini fyrst í mai.

26.05.2014 - 11:44
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála fyri maskinmeistarar, sum starvast á landi.
Maskinmeistararnir fáa 1,63 prosent í lønarhækking 1. juni í ár og 2,25 prosent 1. næsta ár. Eftirlønin hækkar 0,44 prosent, og verður nú 15 prosent
Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið hava eisini gjørt avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























