Sara Olsvig er nýggj forkvinna í IA

Sara Olsvig er nýggj forkvinna í IA
Tað var greitt eftir einum spennandi vali á eyka landsfundi hjá flokkinum Inuit Ataqatigiit í gjár.
 
31.05.2014 - 17:30

Sara Olsvig fekk 37 atkvøðuratkvøður, meðan mótvalevni Aqqaluaq B. Egede fekk 35 atkvøður. Sara Olsvig vann sostatt valið til forman sera tepurt. Tað skrivar tíðindaportalurin Sermitsiaq.

Í valstríðnum hevur Sara Olsvig lagt dent á vælferðarpolitik, fiskivinnupolitik, ráevnisíðnaðin í Grønlandi og bygdamenning.  

Mótvalevni Aqqaluaq B. Egede hevur seinastu tveir mánaðirnar verið virkandi formaður í IA. Fyrrverandi formaðurin Kuupik Kleist, sum hevur staðið á odda fyr flokkin seinastu sjey árini, legði frá sær 31. mars í ár. 

Nýgggja starvið sum leiðari hjá landsins størsta andstøðuflokki hevur við sær, at 35 ára gamla Sara Olsvig nú gevst sum fólkatingslimur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. november
Spírabrak - barnamøti hjá Heimamissiónini
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111