Politiski ófriðurin ávirkar ikki eldraøkið

Politiski ófriðurin ávirkar ikki eldraøkið
Landið og Kommunufelagið samráðast enn um ymisk viðurskifti, í sambandi við at kommurnar yvirtaka eldraøkið á nýggjárinum
Eyðun Christiansen er stjóri í Kommunufelagnum
 
02.06.2014 - 11:22

Hóast politiski ófriðurin í løtuni kann fáa avleiðingar fyri arbeiðið hjá kommununum at yvirtaka eldraøkið, arbeiða kommunurnar í løtuni við at gera broytingar og tillagingar í samstarvsavtalunum millum land og kommunur um heimatænastuna og eldraøkið. 

Kommunurnar lótu Almannamálaráðnum samstarvsavtalurnar 1. mai í ár, og avtalurnar skulu endaliga góðkennast fyri 1. juli. Men øll viðurskifti eru enn ikki avreidd enn, og fleiri broytingar skulu gerast í samstarvsavtalunum, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Men tað samstarva kommunurnar og Almannaráðið um í løtuni, leggur hann aftrat.

Stutt fyrireikingartíð

Tíðin at fyrireika samstarvsavtalurnar hevur verið stutt, tí kommunurnar fingu í november mánaði í fjør boð um, at tær høvdu fimm mánaðar at gera avtalurnar. Og tá tær vórðu latnar Almannaráðnum 1. mai, vóru framvegis ivamál um fleiri viðurskifti. Millum annað fígging, ognarviðurskifti, starvsfólkaviðurskifti og tey,  sum fáa heimatænastu, men eru undir pensiónsaldur. 

Sum skilst eru kommunurnar enn í samráðingum við Almannarmálaráðið um hesar spurningar.

Tarnar ikki arbeiðnum

Og hóast politiski ófriðurin kann fáa stórar avleiðingar fyri yvirtøkuna av eldraøkinum, so tarnar tað ikki arbeiðnum hjá kommununum at yvirtaka eldraøkið, sigur Eyðun Christiansen.

- Verður val útskrivað, verður støðan ein heilt onnur,  sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028