Lars Løkke leggur helst frá sær

Lars Løkke leggur helst frá sær
Keldur í Vinstra sigur, at formaðurin fer nú at boða floksleiðsluni frá, at hann leggur frá sær
 
03.06.2014 - 15:46

Formaðurin í danska Vinstraflokkinum, Lars Løkke Rasmussen, fer at siga seg frá sum formaður í flokkinum, á leiðslufundinum sum byrjar kl. hálvgum fimm.

Tað skrivar DR, sum sigur seg hava tíðindini frá eini keldu í flokkinum.

Trupulleikarnir hjá Lars Løkke Rasmussen byrjaðu av álvara 12. mai, tá Ekstra Blaðið skrivaði, at flokkurin hevði keypt klæðir og skógvar til formannin, og rindað við floksins pengum. Síðani kom fram, at flokkurin eisini hevði rindað fyri eina uttanlandsferð hjá Lars Løkke og familjuni, og síðani varð spurnartekin sett við, um hann hevði goldið skatt av pengunum.

Tað hevur Lars Løkke tvíhildið um, at hann hevur, men hann hevur ikki lagt nakað prógv fram.

Fekk undir vangan

Á valinum til Evropatingið, sum var 25. mai, fekk Vinstri ein undir vangan, og fekk bert 16,7 prosent av atkvøðunum. Flokkurin misti ein tinglim, og hevur nú bert tveir.

Síðani hevur verið ófriárligt í flokkinum, og fleiri og fleiri hava víst sína misnøgd við Lars Løkke Rasmussen.

Átta av fólkatingslimunum hava kravt, at hann leggur frá sær.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744