Føroyar detta niður á FIFA styrkislistanum

Føroyar detta niður á FIFA styrkislistanum
Føroyar eru farnar fleiri pláss aftur á altjóða styrkislistanum í fótbólti
 
05.06.2014 - 11:07

Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum hoyrir ikki til tað fína selskapið á FIFA styrkislistanum.

Í dag varð nýggjur listi kunngjørdur. Føroyar fara sjey pláss aftur og eru nú nummar 171.

Føroyar eru beint aftan fyri Barbados, sum er nummar 170, og beint framman fyri São Tomé e Príncipe, sum er nummar 172.

Tað eru bara Andorra (nr.200) og San Marino (nr. 207), sum eru aftan fyri Føroyar av teimum evropeisku londunum.

 

Spæla fáar venjingardystir

Ein orsøk til afturgongdina er helst, at Føroyar ikki hava spælt nakran venjingardyst í ár, sum kann geva stig á styrkislistanum.

Føroyar vunnu í mars 4-1 á Gibraltar í venjingardysti, men tann sigurin gav ikki FIFA stig, tí Gibraltar er bara limur í UEFA.

Áhugin at spæla móti Føroyum í venjingardystum tykist at vera avmarkaður, og tað er helst tí at eingi lond, sum skulu til HM, hava valt at hita upp móti Føroyum.

Tilsamans eru 207 lond við á FIFA - styrkislistanum. Spania er nummar eitt á styrkislistanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688