Grein 19 nevndin skipar seg fríggjadagin

Grein 19 nevndin skipar seg fríggjadagin
Nevndin skal kanna virksemið hjá Eik Grunnininum frá 2002 til 2010 og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í ár
 
11.06.2014 - 09:02

Grein 19 nevndin, sum løgtingið valdi síðst í mai at kanna Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, fer at skipa seg fríggjadagin.

Nevndin hevur sín fyrsta fund fríggjamorgunin klokkan níggju.

Tríggir limir

Í nevndini eru Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, Joen Magnus Rasmussen í Fólkaflokkinum og Kristina Háfoss í Tjóðveldi.

Nevndin skal kanna virksemið hjá Eik Grunnininum frá 2002 til 2010 og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í ár. Eftirlitið var í Danmark til 2008, tá tað varð yvirtikið. Frá 2008 hevði Skráseting Føroya eftirlitið við Eik Grunninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659